Eysturskot er títt felag

Ágrýtni - Dygd - Trúvirði - Virðing

Her kunnu spurningar sendast til eysturskot@gmail.com

og Eysturskot skal royna at svara so gott tilberð.

 

 

Spurningar / Svar

Spurningur: Hvør síða á tykkara heimasíðu blívur mest vitja ?

Svar: Teir seinastu dagarnar, og serliga seinastu tímarnar er tað síðan við okkara prísum sum er eksplodera. Eisini heilt nógv trýsta á hesa síðuni, Spurningar/Svar.

 

 

 

Spurningur: Hevur man loyvi at brúka sínar egnu patrónir á breytuni hjá tykkum ?

Svar: Ja, um patrónin lýkur ásettu krøvini, sum er upp til 28/6 í OL / ABT og 24/7 í Nordisk Trap.

 

Spurningur: Hava tit bara Trap í Leirvík ?

Svar: Ja, í Leirvík hava vit Nordisk Trap og ABT. Vit skjóta ABT, men eisini ABT við Ol vinklum og ferð, sum ger tað meira avbjóðandi enn vanligt OL Trap. Tá skjúttin stendur á Standpláss 3 er vinkulin tann sami sum OL trap, men tá skjúttin stendur á standpláss 1 ella 5 eru 22 gradir á muni á dúgvuvinklinum ímillum 1 og 3 og, ímillum 3 og 5. 

 

Spurningur: Hvør grein er best at byrja við, um ein ætlar sær at royna leirdúgvuskjóting:

Svar: Tað er øguliga ringt at siga, men Nordisk trap í Leirvík, ella Skeet á einum av hinum breytunum í Føroyum, er kanska tað besta at byrja við. Harvið er ikki sagt at Nordisk Trap og Skeet er lætt...

 

Spurningur: Skal man vera limur hjá tykkum fyri at royna leirdúgvuskjóting ?

Svar: Nei, men tað er dýrari um man ikki er limur.

 

Spurningur: Hava tit Skeet í Leirvík ?

Svar: Nei vit hava einans Trapskjóting. Skeet breytir eru í Vestmanna(Vestmanna Byrsufelag)  Sandvíkum ( Byrsumúli ) og við Norðskála ( Sunda Byrsufelag )