Eysturskot er títt felag

Ágrýtni - Dygd - Trúvirði - Virðing

  • Dage
  • Timer
  • Min
  • Sek

Eysturoyar Cup

Kapping í Nordisk Trap 9.august.

Leygardagin 9.august er Eysturoyar Cup á breytuni hjá okkum í Leirvík.

Kappingin er í Nordisk Trap og skotið verður eftir 100 dúgvum innleiðandi.

Eftir innleiðandi umførðini fara 5 teir fremstu í eina finalu.

Um fleiri skjúttar luttakað, verður eisini finala í A bólkinum.

Tilmelding í seinasta lag kl.20:00 hósdagin 7.august

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til

eysturskot@gmail.com

Luttøkugjaldið er 350 kr men 100 kr fyri unglingar 21 ár og yngri.

Luttøkugjaldið skal verða móttikið á konto

9865-3084811 áðrenn kappingarbyrjan

Byrja verður at skjóta kl.9:00

Allir skjúttar møta kl.8:30

Venjing til kappingina er hósdagin 7.august kl.17:00


Úrslitið frá Viking Cup 2025

 

 

----------------------------------------------------------------------------------


Komi og royni leirdúgvuskjóting:

Mikudag kl.17:00 skjóta vit Nordisk Trap, tit eru

vælkomin at royna hesa greinina, øll kunnu vera við. 



Vitja: Spurningar / Svar

 

Um tit hava spurningar um leirdúgvu skjóting

skriva so til eysturskot@gmail.com

og vit svara so gott vit kunnu...

Sølutorg:

Um tit hava eitthvørt til sølu sum hevur við byrsur ella líknandi at gera, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost, og vit leggja tað út á okkara sølutorg.

 

 

 

 

 

 

 

 








Hesir stuðlar eru okkum ómetaliga dýrabarðir.