Heystskotið

HJÁ EYSTURSKOT TELUR HVØR DÚGVA!
Til næstu kapping verður okkara nýggja scoreboard klárt at fylgja skjótingini – dúgvu fyri dúgvu! 🔴🟢
📺 Úrslitini beinleiðis á stórskíggja
Fylg við hvørjum einasta skoti og sí støðuna broytast
🏆 Sí, hvør er á veg í finaluna – og fylg stríðnum um heiðursmerkini
Vit hava lagt nógva orku í at gera kappingar meira spennandi og lættari at fylgja hjá bæði skjúttum og áskoðarum, tí er hettar scoreboardi gjørt.Okkara Scoreboard er gjørt til OL Trap við Finalu 2017&2026-Nordisk Trap-OL Skeet- English Skeet.
Kom og fylg við – hjá okkum sæst tað “Live”, hvør rakar! 😎
Eysturskot er altíð eitt sindur frammanfyri– tí vit sikta hægri! 💥
———————————————-
HEYSTSKOTIÐ – 31. OKTOBER 💥
Ein dagur við skjóting, góðum mati og góðum felagsskapi!
Allir limir hjá Eysturskot eru meira enn hjartaliga vælkomnir til seinastu Nordisk Trap kappingina hjá felagnum í ár! Vit enda kappingarárið við eini hugnakapping, har høvuðsendamálið er at hava tað stuttligt saman.
Vit byrja við morgunmati kl. 09.00
Morgun-kokkurin bjóðar steikt egg og flesk, rundstykkir, kaffi og juice. Seinni um dagin verður nýggjur kokkur við onkrum leskiligum á grillini.
Formaðurin tekur saman um kappingarárið 2026 og sigur eitt sindur um komandi árið.
🏆 Kappingin: Skotin verða trý umfør. Fimm teir fremstu fara í M-finaluna.
Innleiðandi dúgvurnar verða tiknar við inn í finaluna. Vinnarar í A og B bólkinum verða funnir eftir 75 innleiðandi dúgvunum.
Kom við – óansæð royndir og støði!
Einasta treytin er, at tú hevur rinda limagjald til Eysturskot fyri 2026, og at skotið verður við patrónunum frá Eysturskot, (patrónirnar eru íroknaður kappingarprísin)
Rindast kann við at flyta 350 Kr á konto: 9865-3084811 ella á breytuni áðrenn kappingarbyrjan.
Set kross í kalendaran og kom til ein hugnaligan dag á skjótibreytini í Leirvík. Vit vóna at síggja nógvar limir til eina góða og stuttliga avrunding av kappingarárinum!
Vit síggjast til Heystskotið 31.oktober har Eysturskot eisini avdúkar nýggju “Live” skipanina sum gevur áskoðarum, sum ikki eru á breytuni, eina spennandi og ørvísi uppliving.
Tilmelding: Áðrenn Hóskvøldi 29.okt. kl.20:01
Leygardag er venjing kl.13:00
Komi og royni leirdúgvuskjóting:
Vitja: Spurningar / Svar
Um tit hava spurningar um leirdúgvu skjóting
skriva so til eysturskot@gmail.com
og vit svara so gott vit kunnu…
Um tit hava eitthvørt til sølu sum hevur við byrsur ella líknandi at gera, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost, og vit leggja tað út á okkara sølutorg.






Breytin er opin
Mikudag kl.17:00
Leygardag kl.13:00
um ongin kapping er.
Limagjald
er galdandi frá 1. januar til 31.december
100 Kr um árið
á konto
9865-3084811
(viðmerk navn)
so ert tú limur í nýggjasta
skjótifelagnum í Føroyum.
Eysturskot framleiðir vinnarar.

Hesir stuðlar eru okkum ómetaliga dýrabarðir.





