Eysturskot

Føroya Cup 2019

Føroya Cup 2019

Allar almennar skeet og trap kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, eru Føroya Cup kappingar. Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu fýra kappingum alt kappingarárið. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt, verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt, verður hugt eftir triði bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum skjúttin brúkar í FC samanteljingini. Vinningar 1. vinningur 3.000 kr. 2. vinningur 2.000 kr. 3. vinningur 1.500 kr. 4. vinningur 1.000 kr. 5. vinningur 750 kr. 6. vinningur 500 kr. Vinningar skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des 2020. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.