Eysturskot

FM 2019

FM 2019

Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18. Tilmeldingin endar kl. 20.00 hósdagin frammanundan kappingini. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skjúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja eftir trimum teimum bestu kappingunum í kappingarárinum ( 75 fyrstu dúgvurnar ). Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt ,verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt, verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Finalurnar í Skeet vera skotnar eftir galdandi ISSF reglum, og finalurnar í Trap vera skotnar eftir galdandi OL-Trap reglum (eisini á ABT breytum). Unglingar Unglingar skjóta saman við hinum skjúttunum. Tann unglingi, sum hevur skotið flest dúgvur í innleiðandi umførunum (5 umfør) áðrenn finaluna, hevur vunnið unglinga kappingina. Er javnt, verður hugt eftir hvør hevur besta umfar. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevur næst besta umfar. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevur triði besta umfar. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevur fjórða besta umfar. Er framvegis javnt, verður hugt aftureftir í úrslitinum í fimta umfarinum. Tann sum seinast misti eina dúgvu, hevur tapt. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið 2019 byrjar. Vinningar 1. vinningur 3.000 kr. 2. vinningur 2.000 kr. 3. vinningur 1.000 kr. Unglingar fáa somu vinningar. Vinningar skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des 2020. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til. Fyri at vinna FM, skal tú verða limir í føroyskum skjótifelagið undir SkF.