Eysturskot

Reglur fyri 2018


Úttøkan 2018

Úttøkukappingarnar eru sambært yvirlitinum frá skjótisambandinum og eru tað 75 tær fyrstu dúgvurnar, sum telja við. Úttøkutíðarskeiðið til bruttohópin byrjar tá fyrsta úttøkukappingin er í Føroyum og endar fyrra dagin í FM í ávikavist skeet og trap. Seks skjúttar verða úttiknir í ein bruttohóp við at telja saman raktu dúgvurnar í trimum teimum bestu kappingunum. Hesir seks skulu skjóta fýra eyka úttøkukappingar (75 dúgvir) í februar, mars og í apríl. Samanlagt tvær tær bestu av hesum kappingum avgerða hvørjir skjúttar skulu umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar í 2019. Tveir skjúttar verða úttiknir í hvørjari grein. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu síðani næstbestu o.s.fr. Hugt verður bert at teimum kappingum og rundum sum telja við í úttøkukappingini. Henda regla verður eisini brúkt til tær eyka úttøkukappingarnar um várið 2019.

Kappingarnar her heima

Her eru allar opnar kappingar, har skotið verður minst tríggjar samanhangandi rundur, galdandi fyri úttøkuna til Oyggjaleikirnar. Skeet verður skotið eftir galdandi ISSF reglum og Trap eftir galdandi ABT reglum ella OL-Trap reglum á ABT breytum.

Kappingar uttanlanda

Treytinar fyri at kappingar uttanlanda telja við sum úttøkukappingar eru:

1. Kappingin er í somu grein og eftir somu reglum sum her heima, soleiðis sum víst er á omanfyri

2. Sum úttøkukapping í Trap, telja kappingar í OL-Trap eftir galdandi ISSF reglum eisini við

3. Áðrenn fari verður til kapping uttanlanda, skal SkF hava boð um hetta, um kappingin skal telja við sum úttøkukapping.

4. Í mesta lagi tvær kappingar uttanlands kunnu telja við í oyggjaleikaúttøkuni.

Yvirlitið yvir eyka úttøkukappingarnar í 2019

Fyrsta kappinging 2. februar (møguliga 1. ella 3.) Onnur kappinging 23. februar (møguliga 22. ella 24.) Triðja kappinging 16. mars (møguliga 15. ella 17.) Fjórða kappinging 13. apríl (møguliga 12. ella 14.) Um ikki viðrar leygardag, so skilar SkF sær rætt at flyta kappingina til fríggjadag ella sunnudag. SkF vil fegin avgreiða kappingarnar á øllum skjótibreytunum í landinum, men skilar sær kortini rætt til, at leggja kappingarnar har bestu veðurlíkindini eru.

Føroya Cup

Nakrar kappingar í 2018 er sokallaðar Føroya Cup kappingar sambært kappingaryvirlitinum (allar almennar kappingar) Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu fýra kappingum alt kappingarárið. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum skjúttin brúkar í FC samanteljingini.

1. vinningur 5.000 kr. 2. vinningur 3.000 kr. 3. vinningur 1.000 kr.

Kvalifikatón til FM

Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18. Tilmeldingin endar kl. 20.00 hósdagin frammanundan kappingini. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum úttøkukappingunum í kappingarárinum. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir. Fyrst verður hugt eftir bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt eftir næst bestu kapping. Er framvegis javnt verður hugt at bestu rundu síðani næstbestu o.s.fr. Finalurnar í Skeet vera skotnar eftir galdandi ISSF reglum og finalurnar í Trap vera skotnar eftir galdandi OLTrap reglum (eisini á ABT breytum).

1. vinningur 3.000 kr.

2. vinningur 2.000 kr.

3. vinningur 1.000 kr.

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingum. Man er unglingi til man fyllir 26 ár. Vinningar til FC og FM skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des 2019. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtst til.

FM Liðkappingin

Skipað verður aftur í ár fyri liðkapping. Reglurnar eru á serligum skjali fyri liðkappingarnar.

Reglurnar eru samtyktar á nevndarfundi hjá SkF 31. januar 2018

Vegna Skjótisamband Føroyar (SkF)

Sjúrður Knudsen, form.



Reglugerš fyri FM-liškappingar ķ Skeet og Trap

Reglugerð fyri FM-liðkappingar í Skeet og Trap

§ 1. Hvørt limafelag kann melda í mesta lagi tvey lið til FM-kappingarnar í ávikavist skeet og trap.

Stk. 2. Nakrir av kappingardøgunum í einstaklingakappingunum eru útvaldir til eisini at vera liðkapping. Hesir eru tá FC-kappingar eru, tó er seinasta umfar fyrra dagin í FM í ávikavist skeet og trap. Av teimum 7 kappingarumførunum í trap og 9 í skeet, telja 5 tær bestu við.

Stk. 3. Skotið verður eftir 75 dúgvum í liðkappingini. Eru fleiri enn trý umfør á skránni í einstaklingakappingini fyri dagin, telja fyrstu 75 dúgvurnar við í liðkappingini.

Stk. 4. Felagið velur 4 skjúttar, sum eru limir í felagnum, at mynda hvørt liðið (A og B). Tveir skjúttar skjóta fyri liðið hvønn kappingardag. Kann liðið ikki mannast við tveimum av hesum skjúttum, kann felagið lata onkran annan skjútta, sum enn ikki hevur skotið fyri nakað lið, luttaka.

Stk. 5. Ein skjútti, sum hevur skotið fyri A-liðið, kann ikki skjóta fyri t.d. B-liðið í sama kappingarári. Tað sama er galdandi øvutan veg.

Stk. 6. Áðrenn kappingarbyrjan skal luttakandi felag boða fyrireikarunum frá, hvør skjútti umboðar einstaka liðið hendan dagin og skriva nøvnini á dómaraseðilin. Fyri at kunna umboða liðið í FM-kappingini skal skjúttin hava luttikið í minst tveimum kappingum frammanundan.

§ 2. Brot á reglurnar í § 1, stk. 4-6 hevur við sær, at liðið einki fær fyri dagin, uttan mun til einstaklingaúrslitini. Stk. 2. Møgulig kæra frá einum felag um brot á reglurnar í § 1, stk. 4-6 skal vera SkF í hendi í seinasta lagi 2 dagar aftaná kappingina. Nevndin í SkF tekur støðu til kæruna og kann eisini í upp til 7 dagar aftaná kappingina taka slík mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.

§ 3. Liðkappingin endar leygardagin í vikuskiftinum, tá FM fyri einstaklingar verður skotið.

Stk. 2. Liðið, sum tilsamans hevur skotið flest dúgvur í 5 teimum bestu kappingum sínum, er Føroyameistari fyri lið.

Stk. 3. Stendur á jøvnum millum fleiri lið, verður hugt afturaftir. Fyrst eftir bestu kappingini, síðani næstbestu o.s.fr. Stendur framvegis á jøvnum, vinnur liðið, hvørs besti skjútti hevur skotið bestu rundu í teimum fimm kappingunum sum telja við. Er enn javnt verður somuleiðis talt aftureftir við at samanbera næstbestu rundu o.s.fr

Reglurnar eru samtyktar á nevndarfundi hjá SkF 31. januar 2018 Vegna Skjótisamband Føroya (SkF)

Sjúrður Knudsen, form.